Rúni var bestur

14 ára gamli Rúni Hentze av Kambsdali, spældi seg sunnudagin seinnapartin til eina gullmedalju í Klassisku Tónleikakappingin hjá Berlingske Tidende.

Rúni Hentze og seks onnur úr Føroyska musikkskúlanum náddu júst at sleppa til Danmarkar fyri øskunu, sum darvaði flogferðsluni um vikuskiftið.

 

Rúni Hentze spælir trompet, og hetta gjærdi hann somikið sannførandi, at hann fekk eina gullmedalju fyri sítt avrik.

 

Tá kappingin endar við konsert í konsertsalinum hjá Tivoli tann 25 maj, eru tað millum annað tey sjey, mann sleppur at hoyra.

 

Rúni Hentze, sum er 14 ár, býr á Kambsdali og gongur í Fuglafjarðar musikkskúla.