Rúni vann kapping um bókasnið

Rúni Hansen hevur vunnið eina kapping um bókasnið.


Forening for Boghaandværk útskrivaði í heyst saman við forlagnum Lindhardt og Ringhof kapping um nýskapandi bókasnið. Útvald varð ein nýggj bók eftir David Læby. Næmingar á Danmarks Designskole, Designskolen Kolding, Den Grafiske Højskole, Skolen for visuel kommunikation og Kunstakademiets Arkitektskole luttóku.
 
Rúni vann kappingina framum øll hesi. Til kappingina skuldu luttakararnir gera uppskot til snið til alla bókina – bæði permu og tekstsnið.
 
Foreningen for Boghaandværk hevur sum endamál at menna dygdina á bókum og bókasniði og skipar árliga fyri slíkari kapping, har tey eggja grafikarum og sniðgevum at hugsa nýtt í mun til bókasnið.
 
Rúni Hansen hevur arbeitt hjá Sansum í nógv ár men tekur í løtuni útbúgving á Den Grafiske Højskole. Bókin kemur út í vár. Afturat heiðurinum fekk Rúni eina virðisløn á 10.000 kr.