Rúni steðgar í HB

Rúni tók við venjarastarvinum í HB í vár. Og hóast talan gjørdist um silvur, so var talan um hampuliga turbolent ár. Eitt nú varð ein rokada gjørd í summar, soleiðis at Sámal Erik Hentze gjørdist síðustillaður venjari hjá Rúna Nolsøe.

 

Og nú verður Sámal Erik Hentze so einsamallur høvuðsvenjari. Í tíðindaskrivinum sigur HB, at felagið og Rúni Nolsøe ikki kundu koma ásamt um treytirnar fyri framhald av samstarvinum, og at hetta tí steðgar.