Flaggberin og vatnberarin eru fastir tættir av setanini av oyggjaleikum. Fløggini hjá ymsu oyggjunum skulu jú berast teir tímarnar, sum setanin er, og hesa uppgávuna hevur liðskiparin hjá flogbóltslandsliðnum altso fingið í dag.
Vatn-ceremoni´in er eisini partur av setanini. Vatn er jú tað, sum luttakandi oyggjarnar fyrst og fremst hava í felag, og til endamálið hevur eitt umboð fyri hvørja oyggj eitt ílæt við vatni, sum verður latið í eitt kar.
Og her verður tað so Bjørk Herup Olsen, sum er føroyska umboðið.