Rúni Seloy hevur í vikuskiftinum roynt seg á European Youth Olympics Trials á á tí kenda ítróttarøkinum, Luzniki Sport City í russiska høvuðsstaðnum, Moskva. Úrslitið Rúni Seloy rakk í Moskva má sigast at verða stak heiðurligt! Rúni og 35 aðrar rennarar vórðu býttur undur í tveir riðlar, so at heilir 18 dreingir runnu 1.000 m samstundis. Báðir riðlarnir vóru sera javnir, og tá serliga hin seinni riðilin, har Rúni var við. Bert sjey sekund vóru millum 14 teir fremstu í einum ógvuliga tøttum felti, tað sum summir rennarar nevna at verða í einum sonnum “grindaróðri”.
Bert trý sekund frá finaluplássi ??Tíðin hjá Rúna Seloy fyri teir 1.000 metrarnar hann rann á Luzniki Sport City gjørdist 2 minuttir og 32,86 sekund – og var Rúni soleiðis bert trý sekund frá einum finaluplássi. Heimasíðan www.renn.fo við Halli Holm skrivar, at lítið er at ivast í, at Rúni við optimalari fyrireiking hevði havt sera góðan møguleika at komið í finaluna, og eisini hevði kunnað blandað seg í absolutta evropeiska toppin. Men tíverri hava knæskaðar darvað venjingini hjá honum bæði í vetur og vár. Hesaferð gjørdist Rúni Seloy so samanlagt nummar 20 av teimum 36 rennarunum á teimum 1.000 metrunum á European Youth Olympics Trials, men ein eigur at hava í huga, at bara tveir av teimum 20, sum runnu í hesi kappingini eru javngamlir við Rúna. Hinir eru allir eitt ár eldri enn Rúni.