TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Rúna Joensen hjá KÍF, sum skeyt fýra mál í Faxe Kondi dystinum kollfirðingar taptu 23-24 (10-13) ímóti H71 í Hoyvíkshøllini.
Rúni Joensen átti at havt skotið tað fimta málið í teimum seinastu sekundunum av dystinum, men Ári Egason Dam í H71 málinum hevði eina ótrúliga bjarging: Ári er ein akrobatiskur málverji, staðfestir Rúni Joensen.
Millum tað jaliga kann Rúni Joensen vísa á er, at KÍF fekk rættiliga gott tak á H71 í seinna hálvleiki, men tað rakk akkurát ikki. Nú má KÍF takast við Neistan um annað plássið í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini. Liðini møtast í Kollafirði mikukvøldið klokkan 20, og Rúni Joensen ásannar, at teir í KÍF hava havt tað strævið við Neistanum hetta kappingárið, so tað verður ein torfør uppgáva hjá kollfirðingum á heimavølli.