Allar 90 minuttirnar vóru ta? á vøllinum í Fuglafir?i ellivu ímóti ellivu. Eftir dystarenda hev?i dómarin rey?a korti? á lofti.
Talan var ikki um illstø?ur og har?ligt spæl, og dómarin tóktist hava gott tak á tí.
Vinstri vongverjin hjá ÍF, Rúni Elttør, tóktist hava a?ra fatan av tí, sum hev?i gingi? fyri seg. Mátin, sum hann takka?i dómaranum fyri dystin, var av sovornum slagi, at dómarin gav honum rey?a korti?. Harvi? er greitt, at ÍF skal hava annan mann á vongverjanum í vinstru, tá i? ÍF í vikuskiftinum skal út til Runavíkar at spæla.