Rúni Nolsøe gevst sum venjari í AB

- Eg haldi ikki, at eg eri klárur at verða venjari hjá einum liði í Formuladeildini, sigur Rúni Nolsøe, sum gevst sum venjari hjá AB. Argjamenn missa eisini liðformannin og toppskjúttan

Rúni Nolsøe hevur í ár staðið á odda fyri AB-liðnum, sum vann seg úr 1. deild og upp í Formuladeildina, men tað verður ikki Rúni, sum fer at venja liðið næsta kappingarár.
- Eg havi hugsað um støðuna, og nú AB vildi hava eitt svar frá mær, havi eg sagt teimum, at eg haldi ikki fram sum venjari hjá teimum, sigur Rúni Nolsøe.
- Tað krevur nógva tíð og orku at venja eitt lið í bestu deildini, og eg haldi ikki, at eg eri klárur til at verða venjari hjá einum liði í Formuladeildini. Ætlanin var, at eg skulu trappa eitt sindur niður frá fótbóltinum, tá ið eg gavst at spæla í HB, men tað havi ikki rættiliga kunnað seinasta árið, sigur hann.
 
Stuðulsspælarar burtur
Rúni hevur ikki gjørt av, hvat hann ætlar sær við fótbóltinum næsta ár.
- Eg taki tað heilt róligt beint nú, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður næsta ár. Okkurt verður helst, tí eg havi framvegis hug at verða við í fótbóltinum, men eg veit ikki rættiliga, hvat tað verður, sigur hann.
AB er nú farið at leita eftir nýggjum venjara til næsta kappingarár, og liðið skal eisini hava nýggjan liðformann, tí Allan Mørkøre skiftir til B36 næsta kappingarár. Allan spældi í ár í álopinum hjá AB, og hann var toppskjútti.