Rúni Vang Poulsen, ið flestu føroyingar munna kenna best sum stjóra á Smyril Line, er útnevndur til nýggjan finskan konsul í Føroyum. Tað upplýsir danska Uttanríkisráðið.
- Uttanríkisráðið boðar frá, at hr. Rúni Vang Poulsen við kongaliga fyriskipan tann 3. juli 2017 er vorðin tilnevndur til heiðurs-aðalkonsul fyri Finnland í Tórshavn við heimild í Føroyum, skrivar uttanríkisráðið í eini fráboðan á heimasíðuni.
Rúni Vang Poulsen tekur sostatt við eftir Poul Michelsen, núverandi landsstýrismanni í Uttanríkis- og Vinnumálum, ið hevur røkt embætið sum heiðurs-aðalkonsul síðan 2001.