Rúni gevst í Tromsø

Rúni Weihe hevur seinastu fýra árini spælt flogbólt í einum av fremstu norsku feløgunum. Saman við Tromsø hevur hann verið í sjey av átta møguligum finalum, og fýra ferðir av hesum hava tað verið Rúni og liðfelagarnir, sum hava staðið við steypi og gulli.

Hóskvøldið boðaði Rúni tó frá, at hann nú gevst í felagnum. Orsøkin er, at hann í løtuni ikki hevur møguleika at leggja nóg nógva orku í venjingina. Áður hevur Rúni sannað, at um hann ikki fær vant optimalt, so kostar hetta í skaðum. Ikki minst í rygginum, sum ofta hevur givið trupulleikar. Og tí hevur hann valt at taka ein steðg frá flogbólti á elitustøði.