Rúni er nýggjur liðskipari

Hann hevur súkklað til París – tvær ferðir og hevur verið ein hollur stuðul

Tá ið føroysku Team Rynkeby súkklararnir seta seg upp á hjólhestin næsta ár at súkkla til París, verður tað við einum nýggjum liðskipara.

 

Team Rynkeby hevur nevniliga avgjørt, at gera Rúna Juul til liðskipara. Rúni hevur súkklað til Paris tvær ferður og sum heild hevur hann verið ein hollur stuðul hjá súkklarunum undir venjingunum og hann hevur lært teir ein hóp, siga tey í Team Rynkeby

 

Uppgávurnar hjá liðskiparanum, og hinum súkklarunum og fyrireikarunum, eru mangar og fjølbroyttar. Eitt er at samansjóða liðið, eitt annað er at tryggja, at súkklararnir eru nóg væl fyri til eina slíka ferð. Eitt annað er at leggja ferðina til rættis, so at tryggleikin er í hásæti, og aðrar uppgávur eru at peningur verður savnaður inn, at tryggja, heilsan er góð, at hjálparfólkini og súkklarar duga at umvæla súkklur og at syrgja fyri matinum á ferðini.

 

Liðskipararin er partur av einum leiðslubólki, sum eru nøkur fólk í súkkluhópinum afturat honum og tey verða vald á liðnum til ferðina næsta ár, og liðið næsta ár verður sett í næstum.

 

Liðið verður sett eftir reglunum hjá Team Rynkeby og tá ið tað verður sett, skal havast í huga, at allir umsøkjararnir skulu hava sama møguleika. Tí verður hugt eftir kyni, aldri, uppruna, bústaði og vinnuvegin fyri at fáa eitt so fjølbroytt lið sum gjørligt. Samstundis verður hugsað um, hví teir ymsu umsøkjararnir hava søkt um at sleppa á liðið.

 

Og er tað onkur, ið framvegis hevur hug at søkja, er tað ikki ov seint, tí seinasta freistin at søkja er 20. august, siga tey í Team Rynkeby.