Leikaraskifti
Rúni Elttør var ein av leikarunum, sum í fjør kom til B36. Beinleiðis varð hann tá roknaður sum avloysari til Arnbjørn Danielsen, tá hesin skifti til B68, og skuldi tað soleiðis verið á vinstra bakki, at hann skuldi standa sína roynd.
Fyri tað nógva, so var tað tó soleiðis, at Klaksvíkingurin hevði pláss í miðverjuni, men tað verður so ikki í B36, at hann kemur at røkja hesa uppgávuna komandi ár.
Sambært leikaranum sjálvum, so tóktist B36 ikki hava áhuga í at leingja samstarvið, og tá ÍF setti seg í samband við hann, gjørdi hann av at taka av.
Umframt Rúna Elttør hevur eisini ljóðað, at ÍF hevur gjørt avtalu við fleiri aðrar leikarar, sum skulu styrkja hópin til komandi kappingarár, men tað hevur so ikki verið gjørligt at fáa hesi tíðindi váttað.
Styrkt B36-lið
At B36 ikki hevur ynskt at longt um samstarvið við Rúna, kundi bent á, at felagið hevur ætlanir um at styrkja liðið við nýggjum leikarum. Fleiri nøvn hava hesa seinastu tíðina verið sett í samband við felagið, men enn hevur so ikki verið møguligt at fáa váttað nøkur av hesum.
Tað skalt tó vera víst, at Arnbjørn Danielsen kemur av Toftum, eins og Jóhannis Joensen kemur úr FS Vágum, og soleiðis er í øllum førum líkt til, at verjuparturin er nakað styrktur. Frammanundan hevur B36 eisini tryggjað sær, at Pól Thorsteinsson og Allan Mørkøre halda fram í felagnum, so gongst eftir ætlan, verður talan um aftastu ketu, sum er samansett av nú- og fyrrverandi landsliðsleikarum.
Eisini hevur ljóðað, at B36 skal vera ávegis at gera avtalu við fleiri aðrar leikarar til hópin komandi ár, men sambært okkara keldum er eingin endalig avtala tó gjørd hesum viðvíkjandi.