Tað hevur skapt nakað av øsing kring málið um Páll M. Joensen, at ein av limunnum í Kappingarnevndini ikki hevur somu støðu nú, sum hann hevði fyri góðum ári síðani.
Í viðgerðini hjá Kappingarnevndini av málinum um dystirnar hjá KÍ og B36 í steypakappingini í fjør framgongur, at Rúni Heinesen og Bjarki Mohr vóru ímóti, at KÍ og B36 vórðu dømd at tapa sínar dystir, meðan triði limurin í nevndini, Karl Vidtfeldt, metti at feløgdini áttu at tapa dystirnar. Kappingarnevndin metti tó, at málið hevði somikið prinsipiellan týdning, at hetta skuldi leggjast fyri aðalnevndina.
Mikukvøldið hevði Rúni Heinesen tó eina aðra støðu í málinum, og saman við Karl Vidtfeldt átti hann meirilutaavgerðina hjá nevndini.
Broytti fatan í fjør
Sjálvur heldur Rúni Heinesen tó ikki, at tað er nakað merkisvert í broyttu støðutakanini hjá sær.
- Tá málið var til viðgerðar í fjør, var kappingarnevndin samd um, at feløgini høvdu nýtt ólógligar spælarar. Hinvegin var eg ikki samdur í revsingini, tá vit viðgjørdu málið á fundi í Kappingarnevndini.
- Tá málið so varð lagt fyri aðalnevndina, høvdu vit eisini biðið um eitt løgfrøðiligt notat um málið, og tað var hetta, sum gjørdi, at eg broytti støðu í málinum. Tú kanst kanska siga, at eg tá kom eftir, hvussu strangt reglan um spæliloyvi verður tulkað, og tá endaligi úrskurðurin varð gjørdur, var eg samdur í hesum. Tað var ein úrskurður, sum varð staðfestur av Dómsnevndini, og sjálvur havi eisini havt somu støðu síðani, staðfestir Rúni Heinesen.