Rúni Brattaberg syngur í London

Í næsta mánaði verður møguleiki at hoyra føroyska sangaran Rúna Brattaberg syngja í Royal Festival Hall í enska høvuðsstaðnum

Rúni Brattaberg er støðugt á ferð við tónleiki, og tann 9. desember fer hann at syngja á konsert í einari av kendu konserthøllunum í London ? Royal Festival Hall.
Har verður verkið From Egil's Saga hjá tónaskaldinum Gavin Bryars framført. The London Sinfonietta spælir, Gavin Bryars dirigerar sjálvur, og Rúni Brattaberg verður ein av sangarunum.
The Guardian skrivar, at umframt frumframførsluna av nýggja verkinum, verður eisini kenda verkið hjá Bryars, The Sinking og Titantic, spælt á konsertini, og tað virda verkið Jesus' Blood Never Failed Me Yet.
Tónleikur hjá Arvo Part og Erkki-Sven Tüür verður eisini spældur.
Atgongumerki hjá konsertina kunnu keypast á Box Office.