Rúni 1. virðisløn frá Berlingske

13 ára gamli Rúni Hentze av Kambsdali hevur fingið fyrstu virðisløn í stóru klassisku tónleikakappingini hjá Berlingske Tidende

Berlingske Tidende tónleikaprísurin er ein instutión innan donsku tónleikaverðina.

 

Mánakvøldið var 37. útgávan av endakonsertini, har útvald serliga evnarík børn framføra framman fyri fimm strongum dómarum.

 

Millum talentini hesaferð var 13 ára gamli Rúni Hentze av Kambsdali, ið hevur selig evnir sum trompetspælari. Og so væl gekk í gjárkvøldið, at hann fekk fyrstu virðisløn – saman við fýra øðrum luttakarum.

 

Hinir luttakararnir máttu taka til takka við øðru ella triðju virðislønum.

 

Í ummælinum av framførðsluni hjá Rúna Hentze sigur ummælarin í Berlingske Tidende:

 

» Få minutter senere står færøske Runi Hentze på 13 år og spiller trompet. Fuld af ekspansion i læberne, fuld af indre liv – og med en næsten professionel ærgrelse over de høje toners knæk. Det er suverænt. Helt klart den eftertragtede talentpræmie værdig«.