Rændur í Spania

- Eg sigi okkara søgu fyri at ávara onnur, sigur M. C. Restorff, sum saman við konuni bleiv rændur á motorvegnum í Spania.

M. C. Restorff og konan Mariann vóru fyri einari heldur óhugnaligari hending, tá tey herfyri vóru á ferð í Spania.

 

Tey vóru komin úr Danmark, høvdu koyrt suður gjøgnum Evropa og vóru hendan dagin komin inn í Spania, koyrdu nakað sunnan fyri Barcelona.

 

Komin út á motorvegin, ferðin var høg, sum hon ofta er á meginlandinum, varnast M. C., at ein annar bilførari roynir at fáa samband við seg.

 - Hann veipaði við ørmunum og peikaði eftir bakhjólinum hjá mær. Andlitsbrá hansara bar brá av, at okkurt var alvorliga galið, og eg tordi ikki annað enn at seta ferðina niður og koyra út í neyðsporið, greiðir M. C. Restorff frá. Hin bilurin koyrdi eisini út til síðuna og støðgaði einar 50 metrar longri frammi.

- Eg fór so úr bilinum, og maðurin var skjótur at koma at hjálpa mær. Hann peikaði óført á hjólið og royndi at greiða frá, hvussu tað hevði háttað seg, meðan eg koyrdi, sigur hann.

 

Mariann bleiv sitandi í bilinum eina løtu, men skjótt sendi tann fremmandi boð eftir henni og bað hana eisini koma at hjálpa.

Og so, líka brádliga sum bilurin var komin, hvarv maðurin aftur. 

Hjúnini royna at kanna hjólið sjálvi, men semjast um, at har er einki galið og koyra víðari. Sum tey koyra, byrja tey tó at fáa illgruna um, at kanska hetta ikki var ein vinarligur samaritani, sum hevði hjálpt teimum.

- Illgrunasom hugdu vit inn í handskarúmið á bilinum og har fingu vit sjón fyri søgn. Mappan var horvin. Ein ryggsekkur, sum stóð á dúrkinum aftanfyri setrið, var eisini burtur, sigur M. C.

Orsøkin til, at hann velur at siga søguna, er at ávara onnur móti hesum vandanum.

- Vit hava eisini hoyrt frá øðrum føroyingum, sum hava upplivað tað sama, enntá á miðjari nátt, sigur M. C.

- Hjá okkum er skaðin hendur, tíbetur var hann ikki so stórur, men vónandi kunnu vit forða fyri, at onnur enda í somu støðu við at siga okkara søgu, sigur M. C. Restorff.

Les alla samrøðuna við M. C. Restorff um hendingina í Spania í Sosialinum frá í dag. Orsaka av, at mánadagurin var heiligdagur, verður vanligi mikudagssosialurin hesa vikuna borin út hósdag. Hann er tó longu at fáa í sølubúðunum.