Rændur smádrongur latin leysur

Myndugleikarnir í Bretlandi kunngjørdu í morgun, at ein fimm ára gamal bretskur smádrongur, sum bleiv burturfluttur í Pakistan fyrr í mánaðinum, er latin leysur. Tann fimm ára gamli Sahil Saeed bleiv burturfluttur tann 4. mars, tá hann var og vitjaði ommu sína í pakistanska býnum Jhelum.

Burturflytararnir kravdu 120.000 dollarar í loysigjaldi, men bretska sendistovan í Pakistan vil ikki siga, um burturflytararnir hava fingið loysigjald fyri at lata drongin leysan.