Rúna Sivertsen sigur ja

Fyrr í dag boðaði Eysturoyar Sjálvstýrisfelag frá, at tað vil hava Kristinu T. Larsen á listan til fólkatingsvalið, og nú boðar Rúna Sivertsen so frá, at hon eisini er til reiðar at bøta um javnstøðuna á listanum.

Rúna Sivertsen hevur sent soljóðandi fráboðan út:

»Við hesum boði eg veljarum Sjálvstýrisfloksins frá, at eg, eftir áheitan frá Norðoya Sjálvstýrisfelag, havi gjørt av at játta at stilla upp til fólkatingsvalið á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Eftir at hava vigað fyri og ímóti, eri eg komin til, at tað er umráðandi, at eg eri við og geri mína ávirkan galdandi í flokkinum.

Innanfloks fari eg at arbeiða fyri at broyta leiðsluháttin, soleiðis at veljarar floksins aftur kunnu kennast við Sjálvstýrisflokkin«.