Rúna, ið er 47 ára gomul, er fødd og uppvaksin í Klaksvík, hon er dóttir Hansu og Benjamin Joensen (Benni). Rúna er gift við Birgir Sivertsen í Klaksvík og eiga tey 5 børn. Hon arbeiddi á prentsmiðju frá 1973-75, var sjálvstøðug vinnurekandi frá 1977-81, arbeiddi í klædnahandli frá 1986-89 og var heimahjálp frá 1992-96. Í 1994 stillaði hon upp fyri Fólkaflokkin í Norðoya valdømi, og frá 1996-2002 var hon varamaður hjá Anfinni Kallsberg á tingi. Hon sat í skúlanevndini fyri skúlarnar í Klaksvík frá 1988-2000 og í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús frá 1995-96. Hon er í dag formaður í ráðnum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Síðan Rúna fór úr tinginum í fjør, hevur hon skrivað sum free-lance fyri Sosialin og gjørt sendingar á Rás2.