Rúna og Heðin eru longu farin

Tað at fólk venda sær frá flokk­­um, sum tey hava ver­ið trúgv, er ikki nakað nýtt – og held­­ur ikk­i so sjáldsamt. Vit hava fleiri dømi:

Hel­ena Dam á Neyst­a­bø, Heð­­in Mort­­en­sen, Krist­­­i­­an Magn­­us­­sen, Óli Jac­­ob­­sen, Kar­­st­­en Han­­sen, Finn­bogi Arge eru dømi um fólk, sum hava um­boð­að minst tveir flokk­ar á tingi. Fólk úr yms­um flokk­um. Men nú tá Fólk­a­flokk­ur­in er í kyk­ar­a­num, so er á­hug­a­vert at varpa ljós á fólk, sum ný­liga eru far­in úr flokk­i­num.
Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in hev­ur mang­an ver­ið kall­að­ur »kitt­flokk­ur­in« – spei­rek­andi, tí hann kann brúk­ast í øll­um sam­gong­um, og har eru all­ar mein­ing­ar væl­komn­ar. Flokk­ur­in kann brúka bæði »brúkt« javn­að­ar­fólk og »brúkt« fólk­a­floks­fólk. Tvey fólk, sum ný­liga eru far­in úr F'olk­a­flokk­i­num, eru Rúna Siv­ert­sen og Heð­in D. Poulsen.
Rúna Sivertsen hevur um­boð­að Fólkaflokkin á tingi í seks ár sum var­a­fólk fyri An­finn Kalls­berg. Heð­in D. Poulsen hev­ur ei­s­i­ni ver­ið íð­in fólk­a­floks­mað­ur, tó at hann ongantíð kom í fremstu røð.
Tey bæði eru tí potentiellir kandidatar til fara upp í Framsókn, flokkin hjá Poul Michelsen. Tey hava ongan kjans í Gamla Sjálvstýrinum, tí nýggi formaðurin hevur tikið um stýrisvølin. Hann verður kanska ikki einsamallur, men fær valla meira enn ein aftur at sær. Gamla Sjálvstýri skal nokk klára seg, men als einki bendir á, at flokkurin fer at vaksa. Hann hevur staðið í stað síðani 1940, so har er eingin vón í so máta.