Rúna Sivertsen má sigast at vera ein dáma við nógvum jørnum í eldinum. Og óvanliga fjølbroytti skarin, sum var komin at ynskja henni tillukku við 50 ára føðingardegnum, var besta prógv um, hvussu ymisk áhugamálini hjá Rúnu eru. Sangarar úr Betestakórinum settu sín vakra dám á sangin, meðan Mentamálaráðharrin og systkinabarnið hjá Rúnu, Jógvan á Lakjuni, spældi undir. Millum vinir og familju vórðu eisini fleiri aðrir politikarar at síggja, umframt limir í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og ikki so fá úr blaðheiminum, har Rúna hevur havt sín penn við í leikinum seinastu árini.
Ein av teimum, sum nýtti høvið at siga nøkur orð, var rithøvundurin og blaðmaðurin Justinus Eidesgaard. Rúna hevur onkuntíð givið Justinus skyldina fyri, at hon av álvara fór uppí blaðarbeiði, tí tað var hann, sum tók telefonina, tá Rúna fyrstu ferð ringdi til Sosialin fyri at vita, um brúk var fyri freelancefólki.
- Justinus var mín fyrsti tíðindaleiðari og hevur mangan verið góður í ráðum. Men tað skal sigast, at øll á Sosialinum fingu meg at kenna meg so væl í blaðumhvørvinum, at eg fekk hug at halda fram, sigur Rúna, sum tískil er farin í holt við at útbúgva seg til journalist.
Rúna var sera glað og ovfarin av, at so nógv høvdu sett eina løtu av hetta týskvøldið, tí sum hon sigur
- 50 ár er jú ikki ein so serliga stórur føðingardagur, og fólk hava so nógv annað at brúka tíðina til. Men eg valdi at halda dagin, tí eg helt hvørki 40 ára føðingardag ella silvurbrúdleyp. So tað fjálgaði veruliga at síggja so nógv av mínum vinum, familju, starvsfeløgum, ja tey øll hesa løtuna.










