Herfyri tóku grannalondini hjá Kongo sínar hermenn úr landinum, men sambært ST eru tað heryvirmenn úr hesum somu londunum, sum skipa fyri at ræna landsins virði saman við brotsmannabólkum. Sambært ST eru tað serliga leiðandi heryvirmenn í Uganda, sum standa fyri ráninum í Kongo. Zimbabwe er eisini upp í leikinum, og tað sama eru fýra belgisk og eitt bretskt felag, sigur ST.
Í Kongo er nógv náttúruríkidømi so sum gull, diamantar, kopar og kobolt, og júst stríðið um hesi ríkidømi var drívmegin í tí fýra ára langa borgarakrígnum, sum verður hildið at hava kravt umleið tvær milliónir mannalív.










