Rúna Hilduberg stjóri í Granskingarráðnum

Granskingarráðið hevur fingið nýggjan stjóra. Talan er um Rúnu Hilduberg, sum nú tekur við starvinum

Høvuðsuppgávan hjá Granskingarráði Føroya er at ráðgeva løgtingi og landsstýri í granskingarmálum og at virka sum millumlið millum føroyskt vinnulív og føroyskar myndugleikar.
Ráðið hevur tvey umboð frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og eitt umboð frá Fiskimálastýrinum, Vinnumálastýrinum, Heilsumálastýrinum og Mentamálastýrinum, sum eisini velur formannin.
Uppgávurnar hjá ráðnum eru at játta og umsita peningaligan stuðul til føroyska gransking, at leggja ætlanir fyri granskingartiltøk, at taka stig til og stuðla týdningarmiklum granskingartiltøkum og at standa fyri og umsita granskingarætlanir hjá aðalstýrum og øðum.
Rúna Hilduberg fær ábyrgdina av nýggju umsitingini. Hon er útbúgvin í Danmark, Føroyum og USA sum verkfrøðingur, og hon hevur masterútbúgving (MMT) í ídnaðarleiðslu, fyriskipan og menning.
Hon hevur áður arbeitt í privatari vinnu innan ídnað, handverk og byggivinnu í Føroyum og uttanlands. Eisini hevur hon arbeitt hjá tí almenna sum deildarstjóri fyri vinnu- og miðnámsskúladeildina í Mentamálastýrinum og sum lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.