Rúna fekk avhøvdað Ráðið fyri ferðslutrygd eftir fimm døgum

Aftur skuldi tað eydnast Rúnu Sivertsen at koma við høpisleysum úttalilsum við ongum viti ella skili í, at tað fyrikemur í politikki tað vita vit øll.

Men at oyðileggja alt tað stóra arbeiðið, sum Jón Kragesteen og frárarandi formaðurin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd (RFF) hava fingið upp at standa við tógvið stríð, kann bert Rúna gera, og tað hevur hon so sannuliga eisini gjørt við maner.
Eg vil biðja teg Rúnu, um at fara úr starvinum beinanvegin, áðrenn tú oyðileggur restina av RFF.
Í Bilsosialinum er samrøða við teg, og sum væntað var einki nýtt, men ymiskt sum aðrir hava havt á máli fleiri ferðir. Síðan sigur tú, at DREINGIR (diskrimering) skulu virða ferðslulógina, heilt erligt Rúna! ONGIN hevur hug at virða nakað sum helst, sum hevur við ferðslu at gera, aftaná at tú hevur kunngjørt hart og týðuliga í Útvarp Føroya, at tú, tá tað passar tær, vil bróta ferðslulógina og gjalda bótina, álvaratos HVAT BILLAR TÚ TÆR INN, at eggja fólki at bróta lógina ????
Sjálv hevur tú sitið í hægsta lógevandi valdi í Føroyum, so átti tú vitað, at lógbrótarir skulu straffast. Rúna, hevur als einki sivað inn?
Eg fari eisini at heita á løgregluna, at taka málið upp til viðgerðar, tí tað kann ikki bera til at almennur persónur eggjar ALMENT til lógarbrot.
Til Ferðslumálaráharran Bjarna Djúrholm, syrg fyri, at hetta fær tær avleiðingar tað skal.