Ró nú, Eidesgaard!

Í gjárkvøldi gjørdist greitt, at føroyska samfelagið síðan 1948, hevur bygt á eina lygn! Vit hava billað okkum inn, at heimastýrislógin merkti, at Danmark viðurkendi okkum sum tjóð. Valla hevði nakar føroyingur droymt um, at spurnartekin fór at vera sett við, um vit nú eisini eru ein tjóð.

 

Jørgin M. Á. við Úlvsá




Hvat er klokkan, Jóannes?

Fyri uml. tveimum vikum síðani skrivaði Høgni Hoydal opið bræv til Jóannes Eidesgaard, har hann heitti á hann um at geva Føroya fólki eina umbering fyri, at hann hevði kallað bræv landsstýrisins til ST fyri "ársins vittigheit". Høgni vísti eisini á, at vit hava eyðkenni sum ein tjóð, kunnu roknast sum ein tjóð, og tí eisini hava rættindi sum ein tjóð ? og sostatt kunnu venda okkum til altjóða myndugleikar sum t.d. ST.

Í einum aftursvari, sum fyri tað mesta bar bráð av einum grovum persónligum álopi, svaraði Jóannes Eidesgaard soleiðis spurninginum, um hann fór at spyrja danskar myndugleikar, um Føroyar eru ein tjóð:

"Og síðan til tín spurning, um eg vil spyrja donsku stjórnina, um vit føroyingar eru ein tjóð, so er svar mítt, at tað fari eg sjálvandi ikki at gera. Eg kundi tað sama spurt teir, hvat klokkan var. Hví skulu aðrir og helst útlendingar siga okkum tað, sum vit frammanundan vita? Er hetta eitt tjóðveldiskompleks, ella er hetta enn eitt dømi um politiska ómegd?"

Í gjárkvøldi - bert eina viku eftir hann hevði skrivað hesi orðini - stóð tann sami Jóannes Eidesgaard í sjónvarpinum og bar í bøtuflaka fyri danska forsætisráðharranum, sum undir samráðingunum blankt hevði noktað, at Føroyar eru ein tjóð...!

Avdúkaður

Tað er sjáldan, at ein politikari verður so dyggiliga avdúkaður, sum Jóannes Eidesgaard nú er vorðin.

Hann hevur gjørt alt tað, ið staðið hevur í hansara makt, fyri at forða fullveldisætlanini, og harvið eisini føroyingum at ráða í Føroyum!

Hann hevur barst sum úlvur á skóg ímóti føroyskum tjóðarfrælsi og samstundis roynt at billa fólki inn, at hann hevði eitt alternativt uppskot!

Og hann hevur verið væl stuðlaður í hesum virkseminum, av donsku socialdemokratunum, við Poul Nyrup Rasmussen á odda!

Hetta samstarvið avdúkaði Poul Nyrup Rasmussen sjálvur, tá ið hann bjóðaði Jóannesi Eidesgaard vælkomnan á kongress hjá socialdemokrati-num í september 1999. Hann segði m.a. soleiðis um samstarvið millum seg og Jóannes Eidesgaard:

"I skal vide her på kongressen alle sammen, at vi er i tæt kontakt med hinanden. At vi gør hvad vi kan, hver fra vores position, for at hjælpe hinanden med at finde de fremtidsløsninger på det færøske samfunds forbindelseslinjer til det danske som er så fuldstændig afgørende for os alle sammen."

Er tað nakar sum kann ivast í, at hesir báðir menn eru í tøttum samstarvi?

Javnaðaruppskotið og Nyrup

Landsstýrið hevur mangar ferðir upplivað undir samráðingunum, at Poul Nyrup Rasmussen ikki er ein maður, ið heldur tað hann hevur lovað.

Men líkt er til, at einki er óført hjá honum, tá ið tað snýr seg um samstarvið við Jóannes Eidesgaard. Við einum sleiskum smíli sat Nyrup í gjár og segði fyri Føroya fólki, hvussu uppskotið hjá donsku stjórnini til framtíðar støðu Føroya sá út.

Hann kundi eins væl hava lisið burturúr uppskotinum hjá javnaðarflokkinum um sjálvstýrislógina, so meinlíkt var tað, hann segði, við javnaðaruppskotið.

Heldur tú, at vit føroyingar eru so býttir, at vit ikki síggja samanhangin, Jóannes Eidesgaard???


Ver erligur, Jóannes!

Landsstýrið fer nú at útskriva fólkaatkvøðu, har vit føroyingar skulu staðfesta okkum sum eina tjóð. Ein rættur, sum er ein sjálvfylgja fyri flestar føroyingar (eg helt fyri allar føroyingar, men tað haldi eg ikki longur, eftir at hava sæð orðaskiftið í sjónvarpinum í gjárkvøldi).

Lítil ivi er um, hvat meirilutin heldur, men sera áhugavert verður at hoyra, hvat Jóannes Eidesgaard hevur at siga.

Eg vil heita teg um at "spæla erligt spæl", sum tú sjálvur plagar at taka til, Jóannes Eidesgaard. Sig Føroya fólki, hvørjum parti tú ert í, og lat okkum vita, um tú eisini er ímóti, at vit føroyingar staðfesta okkum sum eina tjóð!