Rómverjar uttan høvdingar

Bólkur C: Italia. Fransesco Totti vil ikki boyggja seg fyri fólkakravinum, og nú Fabio Cannavaro er skaddur, stendur Italia uttan nakran skipara at sigla millum skerini í deyðsbólkinum

Sum verjandi heimsmeistarar er Italia náttúrliga ein av favorittunum til heitið sum europameistari í 2008. Men hagtølini stuðla tó ikki italiumonnum í hesum.

Hóast Italia í HM-høpi er mest vinnandi europiska landið, er EM-gullið bert eina ferð komið til stilvalandið. Og bert eina ferð hevur ein tjóð verið bæði heims- og europameistari í senn. Tað hendi fyri átta árum síðani, tá Zidane og hansara menn vunnu EM-endaspælið í Belgia og Hollandi við finalusigri á júst Italia. Hetta eftir eina finalu, sum italiumenn seint munnu gloyma. Fram til seinasta minuttin av vanligu leiktíðini høvdu teir nevnliga hondina á steypinum, men í yvirtíðini javnaði Sylvain Wiltord, og í umdystinum skoraði David Trezegeut gylta málið, sum sendi steypið til Fraklands.


Stjørnurnar mangla

Krøvunum til italska landsliðsvenjaran, Roberto Donadoni, bila annars einki. Italia skal teljast millum tey bestu, og sum arvtakari til HM-gullið hjá Marcello Lippi veit Donadoni, hvat hann skal liva upp til.

Slapp venjarin at seta sítt italska dreymalið, høvdu nøvn sum Francesco Totti og Fabio Cannavaro uttan iva verið partur av hesum, men veruleikin er, at hvørgin teirra er tøkur hjá Donadoni.

Totti boðaði eftir HM-sigurin frá, at hann gavst á landsliðnum, soleiðis at hann ístaðin kundi nýta alla orku sína í Roma. Síðani hevur støðuga fólkakravið verið, at Totti skuldi aftur á landsliðið, men hóast tað onkra tíð hevur ljóðað, at eitt come-back var í væntu, so er Totti framvegis bert kongur í Rom.

Cannavaro hevur hinvegin alla tíðina verið partur av landsliðnum. Liðskiparin og metmaðurin er um nakar ímyndin av trygga italska verjuspælinum, og uttan hansara hjálp kann tað gerast serstakliga trupult at vinna allan vegin á toppin. Sjálvandi hevur Italia hópin av øðrum sterkum verjuspælarum, men eingin teirra megnar í sama mun sum Cannavaro at stýra einum heilum liði.


Toni og Buffon

Tí eru krøvini til hinar spælararnar á liðnum nú enn størri. Í málinum skal Buffon veruliga prógva, at hann skal metast sum besti málverjin í heiminum, og í álopinum skal Luca Toni prógva, at hann er skarprættarin yvir øllum. Ein uppgáva, sum ivaleyst vildi verið lættari, um Totti framvegis var við á liðnum.

Tá hetta er sagt, so skal tó eisini nevnast, at Italia so sanniliga eisini hevur aðrar og sterkar bóltspælarar. Pirlo, De Rossi, Gattuso, Materazzi o Perrotta eru bert nakrir úr rúgvuni, og tí kann Italia væl vinna upp á tindarnir, um formurin er tann rætti. Men onkursvegna tykist tað kortini, sum er talan um ein sterkan her uttan kong ella keisara at stýra.




Italia

1 Gianluigi Buffon

2 Christian Panucci

3 Fabio Grosso

4 Giorgio Chiellini

5 Fabio Cannavaro

6 Andrea Barzagli

7 Alessandro Del Piero

8 Gennaro Gattuso

9 Luca Toni

10 Daniele De Rossi

11 Antonio Di Natale

12 Marco Borriello

13 Massimo Ambrosini

14 Marco Amelia

15 Fabio Quagliarella

16 Mauro Camoranesi

17 Morgan De Sanctis

18 Antonio Cassano

19 Gianluca Zambrotta

20 Simone Perrotta

21 Andrea Pirlo

22 Alberto Aquilani

23 Marco Materazzi


Venjari: Roberto Donadoni