Rómurin øgiligur í Hvonn

Nú er X-Factor finalan byrjað og á Hvonn í Havn eru hundraðtals fólk savnaði, til tess at vísa Lindu teirra stuðul. Seinni í finalu sendingini verður sent beinleiðis frá Hvonn Rómurin veksur, og hvørja ferð Linda sæst á skíggjanum er fagnaðurin øgiligur.

Fólk í hundraðtali eru savnaði á Hvonn til tess at stuðla føroysku divuni Lindu Andrews.

 

Til ber enn at vísa Lindu sín stuðul, við at luttaka í beinleiðis sendingunum frá Hvonn.