Í tíðindaskrivi siga Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið eftir samráðingarnar, at samráðingarnar hava gingið væl og dentur hevur verið lagdur á djúptøknar broytingar, varðandi betringar og langtíðarloysnir í sáttmálaviðurskiftunum.
Lønarhækkingin er 7,5 % og eftirlønin hækkar 2,5%. Men samlaða hækkingin verður tó mett og sett til 12,5%. Síðstu prosentini verða mett og roknað eftir teimum flytingum og ummleggingum, ið nýggi sáttmálin hevur við sær og hvat hetta kostar.
- Hetta verður ein meting. Tað verður mett, tí vónleyst er at rokna hetta út í smálutir, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
Nýskapandi
Nýggj lønarskipan er fingin í lag, men umframt sær nýggja semjan heldur øðrvísi út, enn, vanligt er. Fleiri nýggjar orðingar og avtalur merkja semjuna. Hóast ikki heilt ítøkiligar, so fegnast formaðurin um positivu gongdina.
Avtalur eru um førleikamenning, familjupolitikk og javndtøðu og um rætindi í samband við umleggingar í almennum virksemi.
- Hetta er nýtt. Hóast hetta ikki er so ítøkiligt, so er tað tekin um,. at tað ber til, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Orðingarnar merkja, at partarnir nú fara til verka og hittast regluliga. Nevnd er sett at samstarva um hesi viðurskiftini og vónirnar eru góðar.
Serliga glaður er formaðurin í Starvsmannafelagnum um síðsta punkt í semjuni. Her verður staðfest, at verður alment verksmi yvirtikið av øðrum at reka, eiga avtalur og skyldur, ið landið hevur mótvegis starvsfólkum, óskerdar at halda fram og verða lagdar á tann, ið yvirtekur virksemið.
Vilji frá báðum pørtum
Partarnir hava samráðst í langa tíð, men tað er ikki tí, at trupulleikar hava verið.
- Viljin hevur verið til staðar hjá báðum pørtum. Vit hava arbeitt nógv viðurskifti ígjøgnum og tá vit at enda komu til pengaspurningin, so hava báðir partar flutt seg, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum ikki dylir, at felagið hevði sett nøsina upp eftir størri hækking, men at felagið eisini hevur flutt seg og samanumtikið hevur fingið eitt úrslit, ið livast kann við.
- Eg eri samdur við Karsten Hansen, ið hevur úttalað seg í Útvarpinum, at vilji hevur verið vístur frá báðum pørtum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
- Alt í alt hava vit fingið eitt rímuligt úrslit, siguir formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking úr Fíggjarmálastýrinum. Heldur ikki frá Føroya Arbeiðarafelag, ið er eitt av stóru feløgunum, ið stendur næst í samráðingarrøðini, nú Starvsmannafelagið hevur lagt kósina, eydnaðist at fáa viðmerking. Har fara umbyggingar fram, eins og tey har eru rakt av landsumfatandi krímsjúkuni.