Órímulig gjøld

Oddagrein

 

Tað er ikki løgið, at summir arbeiðsgevarar ilskast, nú Toll og Skattstovanhevur sent út tað fyrsta kravið eftir gjaldi til ta nýggjubarnsburðarskipanina. Fíggjarmálastýrið fylgir hugburðinum hjá peningastovnunum og ásetir eitt avgreiðslugjald. Tað er ikki symbolskt, men kemur heldur undir hugtakið okur.


Er talan um eitt stórt virki og stórar flytingar eru 100 krónur ikki nógv, men er talan um eitt lítið virki og smáar flytingar eru 100 krónur nógv. Í summum førum er avgreiðslugjaldið heilt láturligt, sum Sosialurin vísti eitt dømi um ígjár. Ein arbeiðsgevari skuldi flyta 1 krónu til skipanina, men skuldi gjalda 100 krónur í avgreiðslugjaldi. Hetta hoyrir sjálvandi til tey sjáldsomu dømini, men sigur nakað um tað láturliga í gjaldinum.


Seinastu árini hevur hugburðurin verið tann, at fólk skulu gjalda alt meiri og meiri. Vit flyta okkum frá tí, sum skandinavisku londini hava kallað ?gratisprinsippið?, frá nøkrum sum er fíggjað umvegis skattin, til eina skipan, eina samfelagsskipan, har brúkarin skal gjalda fyri tænastur. Tað er í lagi, at vit gjalda fyri summar tænastur, men vit mugu ansa eftir, at hesi avgjøld ikki venda tann tunga endan niður, og eru til ampa hjá pensjónistum og teimum lægru inntøkubólkunum.


At Fíggjarmálastýrið kemur við hesum, kemur ikki óvart á. Hetta stýrið umsitur eisini skattin, og hevur ábyrgdina av tí órimiligu skipan, at skalt tú gjalda ein eykaskatt, tí tú hevur goldið ov lítið árið fyri, skal tú gjalda nøkur prosent í sektargjaldi. Væl at merkja, um tú ikki sjálvur ella sjálv hevði roknað skattin út. Men hvussu nógv duga tað? Øvugt,fær tú nøkur prosent, um tu hevur goldið ov nógv. Ein stak tápulig skipan!


Hjá peningastovnunum er gongdin tann sama, og nú skal gjaldast fyri allar flytingar. Fyri nøkrum árum síðani bjóðaðu peningastovnarnir tær at flyta gjøgnum peningastovnarnar. Ja, tú vart nærmast biðin um at gera tað, og fáa tær eina heildarkonto til allar hesar flytingarnar. Tað var so lætt og so kostaði tað einki, men nú verða fleir krónur tiknar í ómakagjaldi fyri nakað, sum upprunaliga skuldi vera ein tænastuveiting til viðskiftafólkini. Slíkt kallast bóndafangarí. Tað sigst, at hetta verður gjørt fyri at skunda undir fólk, so tey fara brúka skipanina við heimagreiðslu. Men neyvan fara pensjónistar ella tey lágløntu til slíkar skipanir. V.ø.o. vendir eisini nýggi politikkurin hjá peningastovnunum tunga endan niður!