Rúmligur og praktiskur 7 persónabilur

Ein heilt nýggjur Citroën C4 Picasso er komin á marknaðin. Talan er um ein familjubil við sitiplássum upp til 7 ferðandi. C4 Picasso er eitt meistaraverk í rúmligheit og liðiligari og praktiskari innrætting

Citroën eru komnir á marknaðin við einum heilt nýggjum bili, C4 Picasso, sum er ein stórur, rúmligur og praktiskur 7 persónabilur við sera liðiligari innrætting.
 
Hóast Citroën C4 Picasso eitur Picasso til eftirnavn, er hann ikki avloysari fyri 5 persónabilin Xsara Picasso, sum verður á marknaðinum í nøkur ár afturat. C4 Picasso er bygdur yvir sama plattform sum Citroën C4, men er í stødd millum Xsara Picasso og Citroën C8, sum er ein størri 7 persóna bilur.
 
Designið er smart í røttum Citroën stíli. Bilurin er sermerktur av óvanliga stóra forrútinum sum gongur langt inn á takið, smala A-stólpanum og stóra síðurútinum, sum gevur gott útsýni hjá bilføraranum. Nógvir MPV hava í seinastuni fingið kritikk fyri, at A-stólpin tekur so nógv av útsýninum, og at hættisligir blindvinklar eru ein trupulleiki. Citroën hava loyst hendan trupulleikan til UG.
 
Kølaragittarið er eins og á øllum nýggjum Citroën við innbygdum Citroën logo.
 
Instrumentini eru í miðjuni á instrumentborðinum. Girstongin situr uppi undir instrumentborðinum, og bilurin er lættur at koyra og at umgangast. Koyrieginleikarnir eru, sum vit kunnu vænta av einum fronskum bili - stabilir og tryggir við komforti á høgum støði. Tað kennist sum at koyra ein munandi størri bil. 
 
C4 Picasso fæst við tveimum bensin og  tveimum dieselmotorum. Bensinmotorarnir eru: 1.8 litur við 127 hk og 2.0 litur við 143 hk. HDI turbodiesel motorarnir eru: 1.6 litur við 110 hk og 2.0 litur við 138 hk.
 
Bilurin er væl útgjørdur við øllum teimum nýggjastu trygdarskipanunum sum t.d. ESP, airbag framman, í síðunum, og gardin- og knæairbag. 3-punkt rulluselar á øllum plássum, o.m.a.
 
Tað er familjan hjá heimskenda listamanninum Pablo Picasso, sum hevur givið Citroën loyvi til at brúka navnið Picasso.
Bíligasti Citroën C4 Picasso kostar kr. 246.000,- . Bilurin kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum.