Menn eru nú farnir undir at taka burtur gamla alibrúkið hjá Streymlaksi við Sundhøvda í Sundalagnum, ið hevur ligið óvirkið í eini tjúgu ár.
Hetta slagið av alibrúki var roynt í sjeyti- og áttatiárunum, við hyljum ið vóru bygdir út frá landi. Fiskaling var fyrst at leggja eitt sunnanfyri brúnna um Streymin og eitt annað, enn størri brúk, varð lagt á á Norðskálagrynnuna út frá Nesvík. Eitt størri brúk varð eisini lagt við Eysturoyarlandið yvir av Sundhøvda.
Landføstu brúkini fingu ongantíð rættiliga fótin fyri seg her í Føroyum. Brúkið í Nesvík varð burturbeint longu í 90-árunum, tað hjá Fiskaaling var tikið burtur fyri fáum árum síðan, og á seinasta býráðsfundi var avgjørt, at brúkið við Sundhøvda eisini skal burturbeinast.
Sunda Kommuna varðar av umhvørvinum fram við landi, og í hesum sambandi hevur javnan verið tosað um, at hyljarnir við Sundahøvda trongja óneyðuga nógv um siglingarleiðina um Streymin, umframt at lítið prýði er í teimum. Nú er so avgjørt at beina tað gamla alibrúkið burtur, og arbeiðið er mett at taka fáar dagar, skrivar kommunan á heimasíðuni.