Rúmligari samfelag við løgfrøðiligum kynsskiftið

Tað eru dagar, sum hava størri týdning enn aðrir, og eg vóni at týsdagurin 21. august 2018 verður ein slíkur. Tí í dag hava vit tikið enn eitt fet mótvegis einum rúmligari samfelag, tá ið uppskot um løgfrøðiligt kynsskiftið varð lagt fram í løgtinginum fyri løtu síðan.

 

Tað kendist rætt og gott, tá undirskriftin varð sett á lógaruppskotið, og eg vóni at løgtingslimir taka støðuna hjá tvørkyndum føroyingum í álvara, og geva teimum møguleika at liva og virka, sum tað tey eru. Okkara uppgáva sum politikarar er at skapa eitt samfelag har rúm er fyri øllum, og har øll kenna seg heima, sum tað tey eru.

 

Tí er umráðandi, at okkara lóggáva tekur atlit til øll, sum búgva her, eisini tey tvørkyndu. Uppskotið gevur fólki, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynsamleika teirra, umvegis eina umsókn, møguleika at skifta kyn løgfrøðiliga. At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at tú søkir um at fáa eitt p-tal, sum samsvarar við tín kynsliga samleika, og hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass. Mannagongdin fyri at skyfta kyn løgfrøðiliga verður, at umsókn um at skifta p-tal skal latast avvarandi myndugleika. 6 mánaðir eftir at umsóknin er latin, skal tann tvørkyndi váttað fyri myndugleikanum, at ynski framvegis er um eitt nýtt p-tal, og viðkomandi fær so nýtt p-tal samsvarandi kynssamleika sínum.

 

51 lond um allan heim heimila, at fólk kunnu skifta kyn, men ymiskt er, hvørjar treytir verða settar. Í nøkrum londum er ásett, at fólk skulu til sálarfrøðiliga útgreiningar, og møguliga undir aðrar og meir víðfevnda viðgerð. Summi lond krevja skurðviðgerðir, og at tey sum skulu skifta kyn gerast lívssør (Hetta er núverandi støða í Føroyum). Í øðrum londum er ásett, at fólki sjálvi hava sannkenning við sín kynsliga samleika, og kunnu skrásetast í fólkayvirlitum samsvarandi (t.d. Danmark, Noreg, Írland og Malta).

 

Fleiri lond hava valt henda leist seinastu árini, og væntast kann at hetta økist, tí tvørkyndleiki er tikið av listanum yvir sálarligar sjúkur her hjá okkum og í heimsheilsustovninum WHO. Fyri tvørkynd er ógvuliga ymiskt, hvørji ynski eru í mun til kynsliga samleikan. Summi ynskja hormonviðgerð, onnur eisini at fara undir skurðviðgerðir meðan uppaftur onnur einans ynskja møguleikan at broyta kyn og navn samsvarandi kynsliga samleika sínum.

 

Felags fyri allar bólkar er, at tað hevur stóran týdning, at tey kunnu vera alment skrásett samsvarandi sínum samleika, og viðurkend av samfelagnum sum hetta. At geva tvørkyndum møguleika fyri løgfrøðiligum kynsskifti gevur teimum møguleika í sínum gerandislívi og -virki at liva í samsvar við tað tey eru, og er ein almenn viðurkenning. Henda lítla lógarbroyting fer at gera ein ógvuliga stóran mun hjá føroyskum tvørkyndum og avvarðandi teirra.