- Eg fari ikki so mikið sum at umhugsa at ganga krøvunum á møti.
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum er púra avgjørd, tá ið hon skal siga sína meining um tey krøv, sum Jenis av Rana ætlar at seta Atlantsflog.
Í Sosialinum fyrr í vikuni segði formaðurin í Miðflokkinum, at skal flokkurin taka undir við ætlanini at gera eina sølubúð við tollfríum vørum á flogvøllinum í Vágum, skal Atlantsflog afturfyri gevast at skeinkja ókeypis umborð á flogførunum.
Tað er Bjørt Samuelsen, sum Atlantsflog undir sær í Landsstýrinum og tí verður tað hon, sum skal seta Atlantsflog hesi krøvini.
Men tað fer hon undir ongum umstøðum at gera.
- Her blandar Miðflokkurin tvey viðurskifti saman, sum als onki hava við hvørt annað at gera, staðfestir Bjørt Samuelsen.
- Tí eru hetta fullkomiliga órímilig krøv at seta.
Hon tekur eisini avgjørda frástøðu frá, at landsins myndugleikar leggja seg út í, hvørja tænastu Atlantsflog veitir sínum viðskiftafólki.
-Tí fari eg ikki so mikið sum at umhugsa at seta Atlantsflogi krav um at halda uppat at skeinkja ókeypis umborð á flogførunum.
Hon heldur eisini, at Jenisi Av Rana nýtist ikki at stúra so illa fyri, at hetta kann vera ein trygdarspurningur, tí tað eru ógvuliga strangar reglar fyri rúsdrekkanýtslu umborð á flogførum og tað er ikki loyvt at skeinkja fólk full.