Rímiliga ruddiligt

Nú flettingin er við at vera liðug hjá teimum flestu, láta tey væl at á brennistøðini hjá IRF. Fólk eru rímiliga røsk at leggja avfallið í bingjurnar, sum settar eru upp til tað sama. Men enn er onkur, sum brúkar ánna til at sleppa av við avfallið frá flettingini

Fólk brúka sum heild bingjurnar hjá IRF, sum settar eru upp til serliga at taka í móti tí, sum eftir liggur frá flettingini. Men ikki allar vembur verða tømdar kortini.
Summastaðni eru tað tó enn fólk, sum bara blaka frá sær uttan fyrilit, veit onkur lesari at siga frá. Í onkrum bygdum verður áin enn nýtt at taka í móti innvølum av øllum slagi. Vembur og vil fara ótømd í ánna, og so liggur tað og sleingist um steinarnar og fram við áarbakkanm. Tað er ikki í lagi, vísir lesarin á.
Á brennistøðini hjá IRF í Leirvík, hava tey ikki havt teir stóru trupulleikarnar av flettingini í ar, verður sagt.
Jógvan Júst Olsen, leiðari fyri innsanvingini, sigur, at í ár havur verið av tí frægasta, hóast nakað nógvar vembur koma ótømdar í bingjurnar. Og tað er ikki í lagi, vísir hann á. Tær skulu tømast, áðrenn tær verða koyrdar í bingjuna.
Hann sigur, at tey vita ikki heilt, hvussu stóran part av tí, sum kemur frá flettingini, ið verður sent til Leirvíkar at brenna. Men ein rímiliga stórur partur man tað vera, halda tey.
Fleiri av teimum, sum fletta heilt nógv, hava leigað bingjur frá IRF at koyra í, sigur Jógvan Júst Olsen. Og tað lættir væl um hjá teimum, sum savna inn, at teir vita, at her er bara slíkt avfall í.
Verri er, sigur Páll Vík, sum er leiðari fyri brennigni hjá IRF, tá ótømdar vembur verða blakaðar í bingjurnar, sum standa á vanligu bningjuplássunum til annað rusk.
Tað er nakað lort, tá pressubilurin trýstir hetta saman, og ótømdar vembur bresta og spræna allan lortin kring seg, heldur hann.
Annars letur hann at, at tað gongur væl at brenna undan. Serliga tá teir vita, at í bingjunum er bara slíkt, sum kemur frá flettingini. So fáa teir lagt til rættis eftir tí.
Tað eru tó ikki bara innvølirnir, sum verða koyrdir á brennistøðina, sigur Páll Vík. Eisni nakað nógv skinn enda í ovninum. Tey eru eisini tung at brenna, men enn hevur tað ikki hindrað brenningini nakað nevnivert, sigur hann.
Jógvan Júst Olsen sigur, at tað hevur bøtt væl um, at bingjuplássini kring landið nú tey flestu eru mannað. Soleiðis fáa fólk eisini vegleiðing um, hvussu tey skulu bera seg at. Eisini hava nógvar kommunur sett bingjur upp, sum burtur av eru til slaktiavfall, sigur hann.
Teir meta á IRF, at nú man meginparturin av slaktiavfallinum vera komin fyri í ár, so einaferð inn í november verður alt brent undan fyri hesaferð.