Úr Milano til Fugloyar

Hann fór úr Klaksvík í Vágar árla leygarmorgunin. Úr Vágum bar leiðin við air-bussflogfari hjá Atlantic Airways niður til Milano í Italia.

- Tá eg komi heim aftur úr Milano seinnapartin, fari eg á útoyggjastevnu í Fugloy.

Maðurin er Olivur Joensen, ið hevur starvast á Norðlýsinum í Klaksvík tað mesta av sínum arbeiðslívi.

Hann er kendur, sum maðurin við brillunum ytst á nøsini og við myndatólinum hangandi í einum belti, sum hann hevur um hálsin.

- Jú, hetta hevur verið ein fínur fyrsti túrur hjá Atlantic Airways til Milano og heimaftur. Sjálvur havi eg notið hvørja løtu, og eg haldi ikki, at flúgvitíðin tykist so drúgv.

Olivur Joensen segði við Portalin, tá móttøkan í Milano nærkaðist endanum, at tá hann kom heimaftur til Føroya, fór hann beint á útoyggjastevnu í Fugloy.

Jú, sanniliga er skjótt at ferðast, eisini teir longu teinarnar.