Rýmdu í myrkrinum úr Cape Verde

Livar Nysted og felagar hansara hava nú róð í 25 dagar. Vegna korona sluppu teir ikki í land í Cape Verde at fáa vatn og annan proviant. Men tað eydnaðist kortini, og í myrkrinum í nátt rýmdu teir frá Cape Verde og settu kós móti Franska Gujana, norðast í Suðuramerika

Støðan var álvarslig í gjár. Myndugleikarnir noktaðu teimum at fara í land at bunkra vatn, men noktaðu teimum eisini at fara úr havnini aftur. Teir fingu tó vatn til endans, og ætlanin var so at sníkja seg avstað í nátt – og tað eydnaðist, hóast tað kundi gingið nógv verri.

– Tá ið vit høvdu róð í ein hálvan tíma, kom ein politibátur við nógvari ferð aftaná okkum. Vit hugsaðu beinanvegin, at teir fóru at taka okkum og sleipa okkum inn aftur, tí vit høvdu ikki lov at fara avstað. Men teir gjørdi einki við okkum, og eitt ella annað stað haldi eg, at teir vóru bara glaðir at sleppa av við okkum, tí nú eru vit ikki teirra trupulleiki longur, sigur Livar Nysted á sínum facebookvanga.

Næsti steðgur verður eftir ætlan Franska Gujana, norðast í Suðuramerika. Væntandi tekur túrurin tilsamans millum 50 og 60 dagar.

##med2##