Tað mest sjónliga verður ivaleyst ein lutvís sólarmyrking. Harafturat fáa vit nakrar mánamyrkingar, men tær verða ikki fullar, og at enda verður gongustjørnan Venus ljósari enn vanligt tað mesta av árinum.
Sólarmyrkingin byrjar stutt fyri klokkan ellivu tann 29. mars og endar stutt fyri klokkan eitt. Serfrøðingarnir siga, at myrkingin verður av tí mesta stutt fyri klokkan tólv, og tá fer mánin at fjala umleið ein fjórðing av sólarflatuni. Longu nú verður sagt, at tey, sum ætla sær at eygleiða fyribrigdið, skulu fáa sær okkurt at verja eyguni við.