Fyrrverandi amerikanskur rúmdarmaður sigur, at ókendar rúmdarverur hava roynt at fáa samband við Jørðina fleiri ferðir Edgar Mitchell, sum var úti í rúmdini við Apollo 14, vil sambært blaðnum Daily Mail vera við, at ókendar rúmdarverur hava roynt at fáa samband við Jørðina fleiri ferðir, men at amerikanska stjórnin hevur dult tað sum mansmorð.
Edgar Mitchell, sum er hevur doktaraheiti frá lærda háskúlanum í Massachusetts, sigur við blaðið, at Jørðin fekk fleiri ferðir vitjan av flúgvandi borðiskum tey árini, hann arbeiddi hjá rúmdarumsitingini NASA, men at NASA valdi at dylja tað.
Leiðslan í NASA avsannar tað, sum tann nú 77 ára gamli Edgard Mitchell sigur.