Eirikur Lindenskov
Politiið fekk boðini klokkan 21:45. Ákoyrdi bilurin fekk stóran skaða - og tá skaðavoldarin ikki hevur boðoð frá, so hongur eigarin upp á skaðan.
Roknað verður við, at skaðin er gjørdur millum klokkan 19 og 21:30 sunnukvøldið.
Politiið í Havn vil tí fegið frætta frá fólki, sum vita nakað um óhappið at siga.
Hósdagin tók politiið í Havn upp tríggjar hundar - og enn hevur eingin fregnast eftir teimum, sigur Suni Vinther á Politistøðini í Havn. Tí rokna teir við, at eingin eigur ella vil vita av hundunum, sum tí verða avlívaðir, um eingin ger vart við seg. Um hundarnar verður sagt, at ein er svartur og miðal stórur. Annar er svartur og brúnur, og hin triðji er svartur. Hundarnir eru tiknir upp við Fútalág 19. Er onkur, ið kann hjálpa løgregluni við hesu málum, so er at venda sær til politistøðina í Havn, telefon 311448.