Í nátt hendi eitt ferðsluóhapp í Vágum, har ein persónbilur og ein bussur við ferðafólki av flogvøllinum, stoyttu saman.
Men bilførarin í persónbilinum tók til rýmingar, men fólk fingu illgruna um, at talan var um ein av manningini á einum útlendskum trolara, ið lá við bryggju í Miðvági. Tá ið løgreglan fór umborð at leita, funnu tey mannin og hann viðgekk eisini, at tað var hann, sum hevði koyrt. Talan var um ein føroyskan bil, hann hevði lánt.
Løgreglan fekk illgruna um, at maðurin var ikki heilt edrúur, so blóðroynd varð tikin av honum. Annars hendi ongin mannskaði, men ferðafólkini í bussinum vórðu so bara enn meiri seinkað til húsar enn tey longu vóru.