Løgreglan hevur enn ikki fingið fatur á manninum, sum um 17 mundið rýmdi úr fongslinum í Mjørkadali.
Nøkur spor vóru at ganga eftir fyrstu tíðina, men enn hevur ikki borið á mál.
Løgreglufólk eru á ymiskum støðum nær við Mjørkadal, so at til ber at bera eyga við mannin, um hann skuldi komið aftur á høvuðsvegin.
Hundar eru í fjøllunum og leita eftir manninum, tí løgreglan er av tí fatan, at tað er har hann er farin.
Les eisini: Løgreglan leitar í mjørkanum: Fangi rýmdur úr fongslinum í Mjørkadali
- Tað er mjørki og illveður, so vit fáa illa kalla inn tað stóru mongdina av fólki í kvøld. Tyrlan fær ikki flogið orsaka av veðrinum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn og heldur fram.
- Vit hava boða bjarginarliðunum í Tórshavnar og Kollafirði frá, so í morgin tíðliga fara vit út at leita eftir honum við fleiri fólkum, um hann framvegis ikki er funnin tá.
Les eisini: Leita framvegis eftir rýmda fanganum
Løgreglan heitir nú á fólk um at boða frá, um tey bera eyga við ein mann, sum passar til hesa frágreiðing.
37 ár.
Umleið 1.90 m. høgur
Heldur boygdur í bygnaðinum
Er tunnhærdur og hevur “mána”
Løgreglan hevur 351448