Hendan fólkaatkvøða skuldi haldast 26. mai í 2001. Hetta kunngjørdu Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal á hátíðarligum tíðindafundi í Eysturstovuni í Skansapakkhúsinum í Tinganesi tann 1. februar í 2001.
Men tað gingu bara bara 23 dagar, so fekk Fólkaflokkurin kaldar føtur. Anfinn Kallsberg vágaði sær ikki at tapa eina fólkaatkvøðu, segði hann, – og tí avlýsti hann fólkaatkvøðuna, hóast ógvuslig mótmæli frá Tjóðveldinum.
Tað gav at bíta, tá tey ungu í Tjóðveldinum skipaðu fyri stórum mótmælisfundi á Vaglinum í Havn. Tey høvdu fingið ein stóran lastbil oman í gamla Kommunuskúlagarðin og har rungaði mótmælistónleikur og mótmælisrøður.
Høvuðsrøðari var dagsins høvuðspersónur, Sjúrður Skaale, sum arbeiddi sum embætismaður á løgmansskrivstovuni.
Av tí at Fólkaflokkurin segði nei, so gjørdist 26. mai 2001 ikki tann nýggi 14. september 1946.
Umframt at 26. mai er nevndur eftir enska munkinum Venerabilis, hinum tignarliga, hægst metta kirkjulæraranum í miðøld – so er 26. mai eisini føðingardagurin hjá krúnprinsi okkara, Fríðriki.









