B2Space og Shetland Space Centre hava nú gjørt fyrstu royndina við sokallaðu "rockoon" skipanini, ið skal nýta ballónir saman við rakettum at fáa lítlar fylgisveinar í ringrás.
Ballónskipanin varð roynarkoyrd í gjár, og B2Space boðar frá, at royndin var heilt væl eydnað.
Nýggju ætlanirnar við rakett-og ballóntøkni skulu gera tað munandi bíligari at fáa fylgisveinar í ringrás, og eftir ætlan skulu fylgisveinarnir bæði virka sum veðurlagsfylgisveinar og net-fylgisveinar, ið skulu veita betri internet yvir arktiska økinum.
Eftir ætlan skal ein móttakarastøð, ein sokallað jarðstøð, eisini vera í Føroyum, sum Føroya Tele skal standa fyri. Føroya Tele veitir frammanundan skjótt fipurnet til Hetlands, og tí var tað upplagt, at Føroya Tele stóð fyri móttakarastøð í Føroyum, segði stjórin á Føroya Tele við Sosialin í oktober mánaða.
Fylgisveinarnir hava avmarkað goymsluplass, og tí liggur væl fyri at nýta móttakarastøð í Føroyum, ið kann taka dátu niður úr fylgisveinunum, soleiðis at teir kunnu savna inn nýggja dátu.
Tað er ikki greitt, hvar móttakarastøðin skal vera í Føroyum, men bæði Húsareyn og Sornfelli hava verið í uppskoti.











