Rúmdarsteinur sprongdist

Umleið 400 fólk fingu skaða, tá ein rúmdarsteinur sprongdist uppi yvir Uralfjøllunum í Russlandi í nátt. Summar tíðindastovur skrivaðu í morgun, at russiska verjan hevði sprongt steinin við einari rakett.

Russisku myndugleikarnir siga, at trústið frá spreingingini var so stórt, at fleiri bygningar fingu skaða, og vindeyguni í nógvum húsum brostnaðu. Sagt verður, at tey flestu, sum fingu skaða, fingu skaða av glasbrotum.

Fólk á staðnum siga, at alty skalv, streymurin fór, og fartelefonsambandið fór eisini.