Rúmdarsteinur kemur nær jørðini

Í næstu viku fer ein rúmdarsteinur fram við jørðini, og sambært amerikonsku rúmdarumsitingini, NASA, verður hetta fyrstu ferð, at ein so stórur rúmdarsteinur kemur so nær jørðini.

Tað var av tilvild, at stjørnufrøðingar varnaðust rúmdarsteinin, tá hann fór framvið fyri einum ári síðani, og hósdagin í næstu viku er hann aftur her - hesaferð 27.700 kilometrar frá jørðini.

-Men vit hava einki at óttast, sigur NASA í einari fráboðan. Rúmdarsteinurin verður uttan fyri atmosferuna, tá hann fer framvið, men hann verður tó nærri enn teir flestu veður- og samskiftisfylgisveinarnir.

NASA sigur, at rúmdarsteinurin er 45 metrar í tvørmát.