Rúmdarrakett sprongdist

Ein indisk rúmdarrakett, sum skuldi seta ein fylgisvein í ringrás um jørðina, sprongdist, beint eftir at hon var skotin út í morgun. Sjónvarpsmyndir vístu, hvussu rakettin sprongdist í einum skýggi av eldi og royki.

Upprunaliga ætlanin var at skjóta rakettina út seinasta vikuskiftið, men útskjótingin varð útsett, tí verkfrøðingar komu fram á ein leka í einum motori.

Ein ónevnd kelda í indisku rúmdarumsitingini ISRO sigur, at tað var eitt tekniskt brek, sum gjørdi, at rakettin sprongdist. Alment vil leiðslan í ISRO einki siga um orsøkina, skrivar Reuters.