Rúmdarmenn máttu leita sær skjól

Ein gamal og útbrendur russiskur fylgisveinur fór í dag so tætt fram

við altjóða rúmdarstøðini ISSi, at rúmdarmenninir, sum eru á støðini, valdu at leita sær skjól í tveimum bjargingarrúmum. Tríggir russar, tveir amerikanarar og ein niðurlendingur manna í løtuni ISS.

Amerikanska rúmdarumsitingin, NASA, sigur, at hetta er triðju ferð, at útbrendir fylgisveinar eru komnir so nær altjóða rúmdarstøðini, síðani hon byrjaði at taka skap í 1998. Seinast var í juni í fjør, og ta ferðina vóru leivdirnar av einum fylgisveini bara 250 metrar frá rúmdarstøðini, tá tær fóru fram við henni.

Russiska rúmdarleiðslan sigur, at tann gamli fylgisveinurin var 23 kilometrar frá ISS, tá hann fór framvið. Russar siga, at fylgisveinurin eitur Cosmos 2251 og varð sendur í ringrás um jørðina í 1993.