Rúmdarmaðurin Michael Collins deyður

Hann gjørdist kendur frá ferðini til mánan í 1969.

Saman við Neil Armstrong og Buzz Aldrin var Michael Collins partur av  Apollo 11 ferðini í 1969, ið var fyrsta ferðin, har fólk lendu á mánanum.

Sum tann einasti av teimum trimum setti hann tó ikki fót á mánan, men sveimaði í ringrás um mánan, meðan hinir báðir lendu á mánanum.

Hann hevur verið róptur sannur undangongumaður, men hevur eisini verið nevndur einsamallasti maður í heimssøguni, ti hann eina varð verðandi eftir í rúmdarfarinum í 1969.

Eftit Collins sita 3 børn. Konan Patricia doyði í 2014.

Michael Collins gjørdist 90 ár.

 

Á myndini er Collins í miðuni og er hann avmyndaður saman við Armstrong og Aldrin.