– Alt Torgið verður í rúmdarhýri í heystfrítíðini, tá vit fara at samskifta út í rúmdina við tónleiki, heilsanum og kunning um rúmdina.
Soleiði siga tey í SMS, har børnini kunnu taka ymisk ljóð upp, sum tey halda, at rúmdarfólkini skulu kenna og saman við Dan Helga í Gong, verða ljóðini síðan samansett til eitt lag.
– Eisini verður gjørligt at senda heilsanir til rúmdarfólkini við at hanga ein lepa á eitt træ mitt á Torginum. Rúmdarfólkini koma at heinta allar heilsaninar leygardagin 19. oktober kl. 16.30, tá lagið, sum børnini hava gjørt saman við Dan Helga, eisini verður spælt fyri teimum.
– Rundar smákøkur kunnu prýðast sum vakrar gongustjørnur við glasuri og eisini kunnu børnini vera við at prýða Torgið við at tekna vakrar gongustjørnur og hanga tær upp á træið.
Til ber eisini at uppliva rúmdina við at royna tykisheimin við at lata seg í serligu brillur, siga tey í SMS.
– Sum nakað heilt serstakt kemur Rosa frá Rouladegade, sum vit kenna frá Ramasjang, at píska stemningin upp við køkurokki og rulli, leygardagin 19. oktober klokkan 13. Hon biður øll børn um at taka teirra yndisbamsu við, so tær eisini kunnu sleppa at hoppa og dansa til øll tey kendu løgini hjá Rosu. Møguleiki verður at taka mynd saman við Rosu aftaná framførsluna.