Eitt russiskt rúmdarfar, sum sum eftir ætlanini skuldi verið á veg til gongustjørnuna Mars nú, fer at detta niður á jørðina í næsta mánað. Tað skrivar amerikanska tíðindastovan AP.
Rúmdarfarið, sum er ómannað, fór av kós og hevur síðani sveimað í ringrás um jørðina ístaðin fyri at seta kós ímóti Mars. Russiska rúmdarumsitingin Roscosmos avsannar gitingar um, at eitrandi brennievni ella geislavirkin evni kunnu gera skaða, tá farið kemur niður á jørðina. Russar siga, at tey vandamiklu evnini fara at kolast upp, tá rúmdarfarð er einar 100 kilometrar frá jørðini.
Russar siga, at millum 20 og 30 petti av rúmdarfarinum fara at detta niður á jørðina, men teir duga ikki at siga, hvar tey fara at detta niður.